Send okkum ein fyrispurning »
HitaloysnirVentilatiónbygging/umvæling
Tørvar tær hjálp?
Kundatænastan
Lat okkum skipað arbeiðið fyri teg!
Treytir fyri tænastusáttmálan

Hetta eru samlaðu treytir fyri avtalu, sum er gjørd millum kunda og Maria Poulsen p/f. Frávik eru einans galdandi, um serstøk skrivlig avtala er gjørd.

Vaktelefon/Hitatænastan tlf: 713040 Telefon support er íroknað tænastusáttmálanum

Avtalu innihald
  • Avtalan fevnir um hitakelduna, tvs alt í sambandi við hitapumpuna sjálva. Avtalan er gjølla upplýst, og tað skal framhevjast, at avtalan ikki hevur eitt nú um eftirlit av møguligum heittvatnstanga, uttan so, at hesin er uppsettur og veittur av Maria Poulsen p/f, frárenning, el arbeiðið, gólvhitaslangur, gólvhitastýringar, radiatorar, skifta útifølarar, sum ikki eru uppsettir nøktandi, trygdarventilar á brúksvatn osv.
  • Avtala um eftirlit verður bara gjørd, har tað er koyrandi til, uttan so vit gera aðra skrivliga avtalu.  
  • Gjørt verður eitt eftirlit í avtalu tíðarskeiðinum (árliga). Tilkall og eykalutir verður goldið eyka fyri eftir galdandi dagsprís.
  • Eftirlit verða framd í vanligari arbeiðstíð. Maria Poulsen samskipar, nær eftirlit skulu fremjast. Annars eftir avtalu.
  • Tá Maria Poulsen hevur framt eftirlit á hitapumpu, fær kundin eina váttan, at eftirlit er framt.
  • Maria Poulsen p/f kann nokta at gera eftirlit, um kundin hevur faldna skuld til Maria Poulsen p/f
  • Kundin hevur skyldu at geva eftirlitsfólkunum atgongd til hitaskipanina á slíkan hátt, at eftirlitsfólkini fáa gjørt sítt arbeiði uttan nakra forðing.
  • Í neyðstøðu verður kundin raðfestur. Hetta merkir, at Maria Poulsen p/f, leggur nógv fyri fyri at koma fram til kundan so skjótt sum tilber. Neyðstøða er at skilja støður, hvar hitakeldan ikki er virkin.
    Maria Poulsen p/f tekur sær rætt til at meta, um talan er um eina støðu, ið kann bíða til vanligan arbeiðsdag ella at ráðføra kundan um at skifta yvir á el patrón hita* til tænastumaður kemur í arbeiðstíð.
    Er møguleiki verður roynt at loysa trupuleikan gjøgnum telefon ella interneti.
    *P/F Maria Poulsen átekur sær ikki kostnað fyri nýtslu av el-patrónum.
  • Ókeypis tilkall er ikki galdandi, um viðurskifti uttanfyri hitapumpuskipanina hava viðført stop, so sum manglandi ella skeivt el arbeiðið, rustur uttaná, snarljós, feilur á elveiting, tipt brúksvatnsvekslari ella líknandi.
    Vit tilráða at hava EL skaða trygging frá tykkara tryggingarveitara.
  • Maria Poulsen p/f ábyrgdast ikki, um eykalutir ikki koma fram til vanliga tíð.
  • Maria Poulsen p/f nýtir bert egnar eykalutir.
  • Maria Poulsen p/f kann krevja, at fyribyrgjandi ábøtur verða framdar á hita og vatnføringar í bygningum. Um hesir hava feil ella manglar, sum kunnu skaða sjálva hitaskipaina. Verða hesar ábøtur ikki gjørdar, so kann Maria Poulsen p/f uppsiga hesa avtalu.
  • Mishald
    Um annar parturin fremur týðandi mishald á hesa avtalu, kann hin parturin uppsiga avtaluna. Dømi um mishald er fallin skuld og ikki framd efturlit.
  • Nýggjur eigari
    Um bygningurin fær nýggjan eigara, so kann nýggi eigarin halda áfram við hesari avtalu. Nýggjur eigari hevur ábyrgd at stovna tænastuhald.
  • Serligar treytir, herundir endurnýggjan og uppsøgn.
    Henda avtalan tekur støði í, at eftirlitsvitjan kann fremjast av einum starvsfólki. Er neyðugt við tveimum starvsfólkum, verður eyka gjald lagt á eftir galdandi treytum.
  • Um ongin uppsigur avtaluna, verður hon longd við einum ári á gangin
  • Maria Poulsen p/f kann uppsiga avtaluna, um kundin ikki fylgir vegleiðingini frá eftirlitsfólkunum viðvíkjandi hitaskipanini.
  • Maria Poulsen p/f kann uppsiga avtaluna, um onnur gera broytingar í hitapumpuna og/ella uppsetan.
  • Prísir
    Maria Poulsen p/f kann dagføra prísirnar í samsvar við prísásetingina í samfelagnum. Kundin kann uppsiga avtaluna, um hann ikki er nøgdur við nýggja prísin.
  • Maria Poulsen p/f kann ikki ábyrgdast av fíggjarligum missi, ið kundin fær av, at skipanin ikki koyrir nøktandi.
  • Maria Poulsen p/f kann ikki ábyrgdast av teimum útreiðslum, sum kundin fær í sambandi við keyp av tilfari ella handverkarum, sum vegna manglar ella seinkan av eftirliti, manglandi eykalutum ella útgingnum eykalutum.
  • Maria Poulsen p/f kann til eina og hvørja tíð broyta hesar viðskiftatreytir. Nýggjasta útgávan liggur á heimasíðu okkkara www.mp.fo
  • Maria Poulsen p/f kann ikki ábyrgdast av fíggjarligum missi, ið kundin fær av, at skipanin ikki koyrir nøktandi.


Treytir fyri MVG endurrindan

Síðani 1848...

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Vit bjóða fram alt tilfar innan hitaverk, vatn, ventilation, sanitet, blikksmíð umframt búnýti.

í meir enn 170 ár hava vit ráðgivi og veitt tænastur til kundar okkara og nógv er broytt hesi árðini og ynskja vit framhaldandi at veita hesar tænastur.

Framtíðin er grøn og orkuloysnirnar gerðast eisini grønari. Vit hava gingið undan øll árðini og eru vit eisini við at leggja Føroyar um til grøna orku.

Stovnarin
Ludvig Poulsen
Lat okkum skipa arbeiðið fyri teg!

Tørvurin er ymiskur, saman við okkum tillaga vit tína jarðhitaloysn til júst tín tørv.

Vit finna røttu hitaskipanina
Vit tryggja øll loyvir
Vit klárgera
Vit seta skipanina upp
Mannagongd
1. Út frá orkurammuni á húsinum, rokna vit longd og stødd á jarðhitaholinum og hitapumpuni.
2. Vit søkja um byggiloyvi til jarðhitahol og hjálpa tær at søkja um MVG afturbering.
3. Vit seta útgerðina upp og bora - eisini tryggja vit at vatn og støv verður rætt burturbeint.
4. Vit seta hitapumpuna til, og vit fara ikki fyrr enn hon koyrir
Hitatænastan
Vit bjóða tykkum at gera eina fasta avtalu um at fremja árligt eftirlit av tykkara hitapumpuskipan.
Eftirlit gevur ein tryggleika um at skipan sannlíkt koyrir støðugt og ikki gerst óvirkin.
Eitt eftirlit eftirkannar alla skipanina, reinsar filtur, fyllir vatn á og tryggjar at skipanin koyrir rætt og hevur best møguliga rakstur.

Árligt eftirlit víðkar garantiið til 5 ár frá uppseturnar dato.
Fyri hvørja eftirlitsvitjan vit hava framt, lata vit eina váttan.
Árligi kostnaður er 1.800kr v/mvg
Bílegg árligt eftirlit
Lógarkrav
Lógin sigur: [LINK til lógina]
Lóg um el riknar hitapumpuskipanir
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.
Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.
Fá MVG endurindan
Hava tit hitapumpuskipan frá Mariu Poulsen er møguligt at fáa endurinda MVG av skipanini.
Fá umsóknarblað her
Vit bjóða okkum at hjálpa at útfylla skjølini.
Treytir
Góðkend umsókn frá Umhvørvisstovuni skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2026.
Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2025.

Treytir frá TAKS:
Hitapumpan og Jarðhitahol ska vera veitt av góðkendum veitara.
Hitapumpan skal lata í minsta lagi 80% av samlaðu nýtsluni
Lógáva um endurindan av MVG av hitapumpun
Tak niður góðkenningar av hitapumpum her
Jarðhitaskipanir
· Gsi
· Gsi 600
· Eco Part
Luft / Vatn
· Eco AIR 100
· ECO Air 400
· ECO Air 500
· Eco Air 600
Tangar
· Zeith i250
· Zenith 360
· Zenith i555Pro

Síðani 1848...

Maria Poulsen er millum elstu fyritøkur í landinum og størsti heildarveitari innan HVS í Føroyum. Vit bjóða fram alt tilfar innan hitaverk, vatn, ventilation, sanitet, blikksmíð umframt búnýti.

í meir enn 170 ár hava vit ráðgivi og veitt tænastur til kundar okkara og nógv er broytt hesi árðini og ynskja vit framhaldandi at veita hesar tænastur.

Framtíðin er grøn og orkuloysnirnar gerðast eisini grønari. Vit hava gingið undan øll árðini og eru vit eisini við at leggja Føroyar um til grøna orku.

Stovnarin
Ludvig Poulsen